Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Forsetin í USA, Donald Trump, sigur, at ein vaksina verður klár umleið tann 3. november, skrivar tíðindastovan Reuters

Sjúkrahúsverkið arbeiðir í løtuni við nýggjari smidligari kanningarskipan, sum skal gera tað skjótt og lætt hjá øllum at lata seg kanna á teimum trimum sjúkrahúsunum uttan ávísing

- Eftir áhaldandi arbeiði er bræv nú komið frá Rosselkhoznadzor, um at virkini bæði nú eru vorðin grøn og kunnu tí útflyta sínar vørur aftur til Russland

- Talan er um 4 størv við starvsbyrjan 1. sept 2020 ella eftir nærri avtalu. Størvini verða tíðaravmarkað sett fram til juli 2021

Eftir 8 árum er Tórsvøllur sambært kanningarumboðunum hjá FIFA best røkti vøllur tey hava góðkent higartil

Einar 1500 koronakanningar vóru gjørdar í gjár, og sambært hesum myndunum, sum Ólavur Frederiksen tók í dag, so eru bíðirøðirnar enn langar

Í gjár vóru sera nógvar kanningar gjørdar á sjúkrahúsunum, og tí eru allar kanningar ikki liðugt greinaðar enn. Á sjúkrahúsunum vórðu framdar um 900 kanningar, og umleið 300 av hesum kanningunum verða greinaðar í løtuni

– 25 tilburðir av koronu eru higartil staðfestir í dag, men tað talið kann koma uppá 30, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Útvarpið

Fótbóltsfelagið AS Roma skal seljast frá einum amerikanskum handilsmanni til ein annan, upplýsur felagið í einum tíðindaskrivi

Við eini smákrevjandi byrjan í Chinatown í Singapore hevur ein kinesiskur immigrantur knúst Amazon og Alibaba undir korona. Fyrimyndirnar eru Steve Jobs og Forrest Gump

Vóru nógv og kannaðu seg í gjár, so sær út til at tey eru uppaftur fleiri í dag

– Fleiri nýggir tilburðir av koronusmittu eru staðfestir í dag, enn tað vórðu í gjár. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Útvarpið

Ramasjang appin hjá DR er strikað av Google Play, tí hon verður mett ikki hóskandi fyri børn, heldur Google

Annika Olsen, borgarstjóri, heitir á foreldur um at hava børnini heima restina av vikuni

Facebook strikaði í gjárkvøldið eitt video-innlegg postað á persónligu Facebook-kontuni hjá Donald Trump forseta

Statsákærin í Egyptalandi hevur sett kanning í verk eftir ákærur um eina hópneyðtøku á einum luksushotelli í Kairo í 2014

Av tí at koronafarsóttin aftur er farin at gera um seg í landinum, má Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu seta átøk í verk, til tess at verja eldri borgarar, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni

Michelle Obama avdúkar, at hon stríðist við lættari depressjón av amerikanska forsetanum

Israa Seblani giftist í Beirut í gjár, og myndir skuldu takast av henni uttanfyri hotellið inni í býnum. Undir myndatøkuni spreingist goymslubygningurin í luftina

- Til lukku Bárður, til lukku. Tit valdu pengar fram um fólk, útlendingar fram um føroyingar, og tað eydnaðist tykkum at fáa smittuna aftur til Føroya

- Í samband við at fleiri nýggir korona tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgurði, verður fundur í korona bólkinum hjá kommununi um støðuna

Tórsgøta fevnir um mentanarhølini Reinsaríið, Perluna og Auluna í Finsen

113 fólk eru funnin umkomin eftir spreingingina í Beirut í gjár, men fleiri eru framvegis saknað, sigur heilsumálaráðharrin í Libanon, Hamad Hassan

- Eg ætli ikki at peika eftir nøkrum. Eg taki fulla ábyrgd fyri okkara stratesji. Tað eri eg sum standi við endan, og tað vit síggja í dag er, at tilmælini ikki vórðu vird

Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august

Í samráð við Tórshavnar kommunu er Voxbotn 2020 enn einaferð útsett óásetta tíð

Klokkan 15.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við korona, nú smittan aftur er í landinum

Dronumyndir vísa at spreingingin í Beirut oyðilegði ein stóran part av korngoymsluni hjá Libanon

Hesar myndirnar eru tiknar fyrrapartin og vísa, at rættiliga stórur áhugi er fyri at kannast fyri korona

- Alt, sum hoyrist frá landsstýrið og samgongu í løtuni fer at niðurbróta samhaldsfestið millum fólk, økir og oyggjar í Føroyum

- Borgarstjórin hevur hvørki rætt ella sigur satt, nú hon kjakast dúgliga á Facebook um umstøðurnar hjá fótbóltinum í Gundadali

Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar

14 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 41.459 kanningar

Fyrst varð hon útsett, men nú er Mentanarnáttin 2020 í Havn avlýst

- Vit fara at viðgera nýíkomnu støðuna viðvíkjandi korona og hvat gerast skal, sigur løgmaður við VP

Nýggi føroyski køkurin hevur ikki bara gjørt tað vanligt at fara út at eta á høgum matlistarligum støði, men eisini enduruppfunnið gamlar rættir og matgerð

Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling fer at verja PhD-ritgerð í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 14. august kl. 13.00

Taraalifelagið Ocean Rainforest hevur um mánaðarskiftið framt eina kapitalhækking uppá knappar 10 milliónir krónur, sum saman við nýggjum varðandi aliloyvum slóðar fyri munandi vakstrarætlan í heyst

Fleiri túsund tons ammoniakknitrat, sum verður brúkt í kunsttøð og spreingievni, var á goymslu á havnini í Beirut

Vinstrabakkurin Joe Bryan er virðismiklasti fótbóltsleikari í heiminum. Í hvussu so er í ein dag

- Sambært kanningini so meta 45% av teimum spurdu námsfrøðingunum, at teir fáa skipað fyri einum tryggum og mennandi umhvørvi fyri børnini

Minst 73 eru deyð og um 3700 eru skadd í spreingingunum í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, upplýsur heilsumálaráðharrin sambært AFP

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var í tinginum, tá ið løgmaður helt sína fyrstu røðu á Ólavsøku

- ja, hann spyr, sum ikki veit...

Minst tíggju fólk eru deyð og fleiri eru skadd, siga libanesiskir trygdarmyndugleikar við Reuters

Eftir ólavsøku eru tað mong, sum hava latið seg kanna fyri koronu á teimum trimum sjúkrahúsunum, og væntandi er, at talið fer at økjast enn meira komandi dagarnar

Fleiri tíðindastovur skriva um spreinging í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, í dag

Góð útlit eru fyri, at ovari vøllur í Gundadali verður liðugur í hesum mánaðinum. Tilsamans 9 miljónir eru játtaðar til ígongdverandi arbeiði

- Landsins fíggjarmálaráðharri svarar nú loksins undirritaða um støðuna hjá starvsfólkunum hjá Atlantsflogi. Men svarið er sum vanligt púra óseriøst og bygt á ósannindi og uttanumtos

Í einum lítlum felag, har til dømis fimm fólk eru í starvi, hava starvsfólkini rætt til dagpening undir sjúku, meðan stjórin dettur niðurímillum. Tað skal broytast, halda tinglimir Javnaðarfloksins