Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Miðskeiðis í hesum mánaðinum var fundur í Fiskivinnuráðnum, har møtt vóru umboð fyri feløgini í fiskivinnuni.

Í fundarfrásøgnini sigur ráðið millum annað, at tað metir tað óheppið, at uppskotið verður sent til hoyringar, samstundis sum tað verður lagt fram.

Viðvíkjandi kunngerðunum skrivar Fiskivinnuráðið soleiðis:

- Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur upplýst fyri Vinnunevndini, at nógvar kunngerðir skulu gerast í sambandi við fiskivinnunýskipanina.

- Fleiri av hesum eru nýggjar.

- Fiskivinnuráðið heitir á Fiskimálaráðið um at senda uppskotini til Fiskivinnuráðið sum skjótast, so ráðið kann fara undir at viðgera tey.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo