Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Góði Djóni Nolsøe Joensen.

Tað er og verður keðiligt, at stórt sæð tað einasta, tit koma við sum politikarar, er uppskot um forboð.

Nei, vit skulu ikki hava forboð fyri plastikki, tí tað forboðið er signalpolitikkur, sum als ikki er gjøgnumhugsaður og settur í størri umhvørvissamanhang.

Og nei, vit skulu ikki hava hatta aldursmarkið á skeinkingarstøðum, tí tað eru nóg nógvar forðingar hjá ungum at læra tað at vera vaksin - tær flestu koma frá tykkum.

Tit undirgrava frælsi, heldur enn at fremja tað - tað var annars tað, sum gjørdi fólk til ektaðar sosialistar fyrr. Frælsi.

Sjálvandi veit eg, at tað nyttar einki at gera vart við hetta; tit blíva við heilt av tykkum sjálvum, tí sjálvrefleksjón er stórt sæð ikki til í løgtinginum.

Nú er tað so sagt kortini.

Við vón um, at tú og tínir líkar hava tað gott annars - og at tit antin gevast í politikki, ella lata vera við at koma við ógjøgnumhugsaðum uppskotum.

Høgni Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo