Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti, men stóð seg samanumtikið avbera væl ímóti heimsmeistarunum úr Danmark.

Endaliga úrslitið gjørdist 31-24 til Danmark, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 17-13 til teir reyðu og hvítu.

Í fjør taptu føroyingar við 18 málum ímóti Danmark í Skjern, men hesaferð gjørdist munurin ímillum liðini bæði einans sjey mál.

Dysturin í kvøld varð leiktur í Aalborg í Norður Jútlandi.

Hetta var síðsti dysturin hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini.

Føroyar leiktu seks dystir í kappingini og fingu eitt stig - á útivølli ímóti Montenegro. Føroyar vóru eisini sera nær við at fáa stig ímóti Ukreina á heimavølli í apríl - tann dysturin endaði 27-26 til teir gulu -, og ímóti Montenegro í Farum fyri trimum døgum var munurin einans trý mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo