Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hugsaði mítt tá eg sá eina greining frá borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu á sínum Facebook vanga 2. oktober 2019 klokkan 21,46, vegna býráðslimir og umsitingina í Runavíkar Kommunu greiða frá einum temadegi hjá kommununi, sum snúði seg um hvussu fíggjarætlanina fyri næsta árið skuldi hanga saman.

..... men tá hann eisini í somu greining brúkti høvi vegna býráðslimirnar og umsitingina í Runavíkar Kommunu at eyðmýkja borgarar sínar, at nú var ikki væl vorðið.

Hann brúkti orð, sum sambært orðabókina Sprotan merkja: eyðmýkja, klikkja niðurá, fara illa við, høgga niðurá, spilla út, leggja eftir (einum), fáa at tiga, lasta, jarðleggja, lítilsvirða, pilka niður, teppa (ein), venda (einum) aftur, finnast harðliga/hvassliga at, geva stak vánaligt ummæli; n. en fuldstændigt eyðmýkja ein fullkomiliga, gera ein til láturs, gera kál á einum; jarðleggja ein”.

Hevði roknað við at vit nú í 2019 vóru meira búgvin at skifta orð okkara millum.

Haldi eisini at borgarar í Runavíkar Kommunu eiga betri uppiborið.

Tað er í hvussu er mín vón.

Lasse Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo