Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Edmund Joensen hevur nú sett fingurin á eitt pínusamt og meltandi líktorn hjá samgonguni.

Útisetar hava leingi undrast á, hví henda landsstýrissamgongan heldur, at tað er minni arbeiði á okkara sendistovu í Kjøpinhavn enn í Reykjavík, London ella Moskva, hóast flestøll vita, at á teimum stovunum er stórt sæð eingin relevant uppgáva fyri eitt sendifólk...

Í Kjøpinhavn er og hevur í nógv ár verið. nógvur aktivitetur, sum rímuligt er, eftirsum býurin hýsir flestu føroyingum, burtursæð frá Havnar kommunu.

Nú mugu landsgongumenn begrunda fyri Edmundi og øllum øðrum føroyingum, HVÍ sendistovan í Kjøpinhavn er niðurprioriterað, meðan spælistovurnar í Moskva og London verða eymliga og fíggjarliga hjúklaðar.

Tað virkar sum ein politiskur absurditetur!

Nógvir útisetar í Danmark hava leingi undrast og bíða tí spentir eftir einum kvalificeraðum svari frá Landsgonguni!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo