Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Faroe Dive: Leygardagin tók eitt toymi av føroyskum vinnukavarum fyrsta stigið mótvegis at kunna bjóða seg fram, at veita frálandavinnum kavaratænastur.

Vinnukavararnir eru nevniliga farnir undir at eftirútbúgva seg, í kaving við luftveiting frá vatnskorpuni.

Á myndini síggja vit ein av kavarunum taka seg upp á land eftir eitt væleydna innleiðslukav við hjálmi og luftslangu.

Kavingin leygardagin var avgreidd útfyri sleipistøðini í Klaksvík og fingu kavararnir seg royndar við nýggju útgerðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo