Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Spælið hjá føroyingum var ein fadesa og tóat føroyingar fingu eitt mál í yvirtíðini, so var endin eisini ein fadesa.

Støðan gjørdist 2-1 til Malta.

Føroyska landsliðið hevur havt ein av sínum ringastu dystum seinastu átta árini.

Malta hevur spælt yvirlegið - og við 10 monnum stóran part av seinna hálvleiki.

Sambært Kringvarpinum, so var føroyski liðskiparin, Atli Gregersen, eyðmjúkur eftir dystin, og hann hevði ikki hug at koma við umberingum.

- Liðskiparin segði, at tað var einki annað at gera enn at biðja alt føroya fólk um umbering fyri avrikið, skrivar Kringvarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo