Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tiltøk

Leygarkvøldið hevði Betesdakórið stóra sangløtu í Betesda, og má undirtøkan sigast at hava verið góð.

Eini 6-700 fólk ymsastaðni úr landinum vóru samankomin til hesa hugnaligu løtuna. Á skránni vóru kórsangir umframt nakrar felagssangir. Sangskráin var fjølbroytt frá a capella sálmasangi til rútmiskar sangir við ljóðførum - mest av tí seinna. Móti endanum hevði Steinbjørn Jacobsen eitt stutt orð um sang og hvørja ávirkan sangur hevur á okkum menniskju.

Aftaná varð boðið til ein drekkamunn, og góvu tey flestu sær stundir at steðga á at hitta fólk og at práta.

Noregsferð:
Snimma í morginárið fer Betesdakórið til Noregs við leiguflogfari. Við í ferðini eru 55 sangarar og leikarar umframt eini 60 ferðafólk. Viðflogfarinum á veg aftur til Føroyar verða norskir gestir. Millum teirra eitt kór, ið skal hava konsertir her heima.

Lent verður í Vigra, sum er flogvøllurin við Ålesund, og haðani verður koyrt við bussum til Fosnavåg, har kórið gistir tvær nætur. Fríggjadagin skipa vertirnir fyri útferð, og fríggjakvøldið kl. 19 er sangløta í mentanarhúsinum í býnum.

Leygardagin verður so ferðast aftur til Ålesund, har sangløta verður í Valderøy Bedehus kl. 19.

Sunnumorgunin syngur kórið á gudstænastu í Blindheim Bedehus, og kl. 19 er sangløta í Valderøy Bedehus í Ålesund.

Mánadagur er frídagur, har tað stendur fólki frítt at síggja seg um í Ålesund býi. Flogið verður heimaftur seint mánakvøldið.

Kórleiðarar eru Árni Jacobsen og Torkil M'ørkøre.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo