Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Savnsmynd VP

Vinnuhúsið: Týsdagin í farnu viku varð avgjørt á eykaðalfundi í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, at nýggja heiti felagsins verður Reiðarafelagið fyri Handilsskip og á enskum Shipowners of the Faroe Islands.

Orsøkin til navnabroytingina er ein ásannan av, at limaskarin í felagnum fevnir breiðari enn orðið “farmaskip” leggur upp til.

Eitt handilsskip er sambært føroysku skipaskrásetingarlógini “Eitt og hvørt skip ella far, tá ið fiskiskip og stuttleikaskip eru undantikin”, og hetta fevnir sostatt um øll tey skip, sum limirnir í felagnum vara av.

Skipini, sum reiðaríini í felagnum vara av, eru m.a. farmaskip (bulk, ro-ro, bingju), ferðamannaskip, tangaskip, veitingarskip og onnur tænastuskip.

Í nevndini í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip sita:

Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Rúni V. Poulsen, Gunnbjørn Joensen, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson.

Listi yvir limirnar í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo