Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Mikudagin 8. mai verður ársins eldradagur í Sunda kommunu. Tiltakið er nærum fultteknað, og verða tað sostatt útvið 80 luttakarar til dagin.

Skráin fyri tiltakið er henda:

Eldradagur 2019

Skrá:
Kl. 9.00 Morguntúrur í Náttúrulundini við Streymin, møtast við Náttúrulundina. Aftaná verður farið yvir í Eydnuna til morgunmat. 

Kl. 9.30 morgundrekka í Eydnuni á Oyrarbakka

Kl. 10.00 Borgarstjórin bjóðar vælkomin
Kl. 10.05 Signhild og Ása, kommunulæknar vitja og fortelja um heilsu og hvussu ein kann røkja heilsuna.
Kl. 10.35 Rørsla í gerandisdegnum – fysioterapi toymi í VEKS greiðir frá

Felagssangur

Kl. 11.00 Jóhanna á Tjaldrafløtti – heilsugóður kostur

Kl. 12.00 døgverði – Ruben busk borðreiðir

Felagssangur

Kl. 12.30 Henning Bøgesvang – eldri, og hvat so?
Kl. 13.00 kaffi og Pallborðsorðaskifti um mál sum viðvíkja eldri borgarum (býráðslimir luttaka)

Kl. 14.00 endað verður við, at farið verður uppá gólv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo