Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tiltøk

Mikudagin 12. desember kl. 14 verður tann árliga eldraguðstænastan í Hoyvíkar kirkju.

Seinastu árini hevur verið skipað fyri hesi guðstænastu annan mikudag í desember mánaði.

Ikki minst hava fólk, sum búgva á ellis- og røktarheimum og stovnum verið trúføst at koma til hesa guðstænastu.

Í ár prædikar Marjun Bæk, og eftir guðstænastuna verður drekkamunnur at fáa. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo