Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Eldur kom í eitt flogfar á altjóða floghavnini Sjeremetjevo í Moskva, tá ið tað lendi.

Fleiri fingu skaða og fleiri eru deyð, skriva útlendsku miðlarnir nú. Sambært tíðindastovuni TASS er talan um minst 13.

Men tær ymisku tíðindastovurnar hava eisini ymisk tøl viðvíkjandi skaddum og deyðum, skrivar VG.

Bæði Ria Novosti og TASS skriva klokkan 18 at ein persónur er deyður og at fýra fingu skaða. Meðan russiska avísin Izvestija endurgevur keldu hjá myndugleikunum fyri at siga at tíggju persónar eru deyðir.

Radarmyndir frá Flightradar24 vísa flúgvingina hjá flogfarinum áðrenn tað neyðlendi.

Flogfarið var av slagnum Sukhoj Superjet 100.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo