Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: Venjarin, Eli Hentze, sær við spenningi fram ímóti komandi avbjóðingum hjá U21-landsliðnum, sum í næstu EM-undankapping skal møta Spania, Ísrael, Kasakstan, Makedónia og Montenegro.

- Hetta bleiv eitt sera spennandi og áhugavert lutakast fyri okkum. Enn kenni eg ikki so nógv til okkara mótstøðulið, og dugi illa at meta um okkara møguleikar. Men fyrireikingarnar fara í gongd beinanvegin, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

Tað er einki at ivast í, at eins og í undankappingini hjá A-landsliðnum, sum eisini skal spæla móti Spania, so eru spaniólar favorittar í bólki 6, tá talan er um komandi EM-undankapping fyri U21-landslið.

- Spaniólar hava altíð góð landslið, og teir verða uttan iva ringir at sifta. Hini londini eru eisini sterk, men er okkara innsatsur í lagi, so klára vit uttan iva at geva teimum veruliga mótstøðu – eisini Spania. Málið er sjálvandi at vinna so nógv stig sum tilber, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin
6. juni 2019 Føroyar – Kasakstan
6. september 2019 Montenegro – Føroyar
10. september 2019 Makedónia – Føroyar
15. oktober 2019 Ísrael – Føroyar
19. november 2019 Føroyar – Makedónia

26. mars 2020 Føroyar – Spania
31. mars 2020 Føroyar – Montenegro
2. September 2020 Føroyar – Ísrael
8. oktober 2020 Spania – Føroyar
13. oktober 2020 Kasakstan – Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo