Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Føroyskt Íslandsrossafelag: Greta frá Ausviga við Elini V. Tindskarð á baki hevur veruliga víst flaggið í Herning, har IceHorseFestival fer fram í hesum døgum.

Í innleiðandi T4 gjørdist tey við karakterinum 7,10, rættiliga klárt nummar eitt. Hetta skuldi boða frá góðum áðrenn finaluna sum verður sunnumorgun.

Tað eru tríggjir luttakarir úr Føroyum við á IceHorseFestival.

Umframt Elin V. Tindskarð eru tað Rakel B. Tindskarð og Sólrun H. Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo