Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Føroyskt Íslandsrossafelag: Tað eyðnaðist Elini V. Tindskarð á ryssuni Gretu frá Ausviga at vinna T 4 kappingina á IceHorseFestival í Herning.

Tær báðar vóru bestar í innleiðandi, men í finaluni fingu tær harða kapping frá reiðfólkum úr Týsklandi og Danmark. At enda vunnu tær, munurin til nummar tvey var tó einans 0,11 stig.

Elin V. Tindskarð var sera fegin um sigurin og at nýggja ryssan hjá henni er so góð, longu í hennara fyrstu kapping.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo