Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Í morgun er kendi barnalæknin Elmar Ósá farin undir eitt heldur óvanligt tiltak. Hann hevur sett sær fyri at fremja ein dupultan sokallaðan ironman, sum er tá tú bæði svimur, súkklar og rennur langar teinar.

Ein dupultur ironman er 452 kilometrar og er samansettur av 7,6 kilometrar svimjing, 360 kilometrar súkkling og 84 kilometrar renning, sum er dupult marathon.

Tað ljóðar øðiligt í hugaheiminum hjá teimum allar flestu, men við morgunsendingina hjá Útvarpinum í morgun segði Elmar, at hann hevur góðar vónir um at megna avrikið. Hann væntar, tað fer at taka útivið tvey samdøgur at fullføra tað.

Á facebooksíðuni sigur Elmar: - Byrja verður í svimjihøllini í Gundadali, har eg fyrst svimji 7.6 km. Síðani verður súkklað 360 km á Streymoynni og Eysturoynni, áðrenn runni verður 84 km frá Oyrabakka til Tórsbreyt, har teir seinastur kilometrarnir verða runnir.

Endamálið hjá Elmari er at stuðla autismufelagnum, og tað ber til at lata eina pengagávu til felagið á konto í peningastovni. Kontonummarið verður upplýst á facebooksíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo