Meira pappír - minni álit
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Í kvøld kl. 19.30 fer Else Djurhuus at greiða frá lívi sínum í Siloa í Fuglafirði.

Else var gift við fuglfirðinginum, Brynleif Hansen, sum doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi 26. sept. 1970. Brynleif, ið fekk kallið at byrja Zarepta, hevði fylt 80 ár í ár.

Else er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, og hon fer at greiða frá sínum lívi frá ungum av heilt til dagin í dag, har hon enn er sera virkin í Harrans verki.

Else giftist uppaftur við Poul Jóhan Djurhuus úr Tórshavn. Tey búgva á Glyvrum. Tilsamans eiga tey 6 børn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo