Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Mynd bestu leikarar frá vinstru: Dávið Hentze, Atli Fannar Petursson, Samuel Novais, Simao Novais and Eric Weber

Eftir endahátíðina sunnudagin í Høllini á Hálsi, var avdúkað hvørjir leikarar vóru valdir til teir bestu á teimum ymisku leikaraplássunum.

Tað vóru venjararnir hjá liðunum, sum valdu hesar leikararnar, og millum teir bestu var føroyski leikarin Dávið Hentze.

Hann var valdur sum besti áleypari , og hetta varð ein sera stórur heiður.

Harumframt varð hann valdur sum besti “local player”. So samanumtikið ein sera góð kapping hjá Dávið.

Teir sum vóru valdir vóru hesir:

Besti hevari:

Simao Novais, Luxembourg

Best diagonalur:

Eric Weber, Luxembourg

Besti miðbolkkur:

Atli Fannar Petursson, Island

Besti áleypari: 

Dávið Hentze, Faroe Islands

Besti libero:

Samuel Novais, Luxembourg

Besti føroyski leikari:

Dávið Hentze, Faroe Islands

Mest virðismikli leikarin:

Samuel Novais, Luxembourg

Eisini dómararnir vóru heiðraðir eftir kappingina fyri gott arbeiði og fingu handað føroyskt páskaregg.

Mynd dómarar og tekniski leiðari frá vinstru: Carole Heep, Luxemborg, Peter Morell, TD, Danmark, Grant Mcintyre, Skotland, Jón Ólafur Validmarsson, Island, Michael Andersen, Danmark and Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroyar í føroyskum klæðum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo