Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Frá vinstur: Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp

Seyðahundasambandið: Kappingin byrjar i morgin og er til sunnudagin, tá finalan verður. Tilsamans fara 109 seyðaghundar úr øllum Europa at kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019.

Kappingin verður í norður Týsklandi, nakað uttanfyri býin Wittbek.

Fýra hundar umboða Føroyar.  Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge við Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen.

Umleið kl 9 í morgin skula Køp og Páll kappast, og seinni út á dagin skula Linn og Tummas inn á banan.

Fríggjadagin, nakað áðrenn middag, skula Midge og Anna Sofía inn á banan. 

Seint leygardagin skulu Glen og Tummas inn.

Í fjør vunnu Føroyar, sum lið, silvur, so tað verður spennandi, hvussu fer at gangast í ár.

Kanska vinna Føroyar aftur i ár 2. plássið.

Og seinni fæst eisini meira at vita um teir báðar føroysku hundarnar, sum hava kvalifiserað seg á danska landsliðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo