Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum byrjar seinni í ár.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.

Aftaná lutakastið bleiv leikskráin fyri komandi kapping løgd. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir í ár, tveir á heimavølli og ein á útivølli, og síðani hinar fimm dystirnar í komandi ári.

30. august 2019
Føroyar – Wales

3. september 2019
Hvítarussland – Føroyar

8. oktober 2019
Føroyar – Noreg

10. apríl 2020
Wales – Føroyar

5. juni 2020
Noreg – Føroyar

9. juni 2020
Norðurírland – Føroyar

18. september 2020
Føroyar – Norðurírland

22. september
Føroyar - Hvítarussland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo