Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Frelsunarherurin: Nú vit eru komin í helvt við heystfrítíðina, skipar Frelsunarherurin í Havn fyri barnamøtum.

Møtini verða í hølunum hjá Frelsunarherinum í Miðbýnum hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Allar dagarnar verður byrjað klokkan 14.

Eyðfinn Joensen er heima í Føroyum í løtuni, og tað verður hann, sum hevur barnamøtini. Á skránni verða sangir, spæl og bíbliusøgur, og eisini verður onkur filmur sýndur.

Sunnudagin verður rundað av við familjutíma, og byrjar hesin klokkan 11 sunnudagin. Eftir hetta verður døgurði at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo