Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Eftir óhepna 1-3 sjálvmálið hjá føroyska málverjanum Teiti Gestsson í 33. minutti, mundu tað vera fleiri, sum óttaðust tað versta fyri føroyska landsliðið. 

Spanska maskinan koyrdi sum smurt í fyrra hálvleiki, og hóast føroyingarnir spældu rímiliga væl í tí framatrættaða partinum allan dystin, eisini í teimum fyrstu 30 minuttunum, so kendist tað, eins og Spania stuttleikaði sær á vøllinum og kundu skjóta bóltin í netið eftir vild.

Teitur byrjaði inni í einum undankappingardysti á fyrsta sinni, og teir fyrstu 30 minuttirnar sást tað.

Hansara fyrsta bjarging í dystinum kom, eftir at tað  triðja málið var komið.

Tíbetur reisti hann seg og spældi rættiliga væl restina av dystinum, og í síðsta enda endaði dysturin ikki við tí skrædli, ein hevði stúrt fyri.

1-4 er væl sloppið, og hóast Spania slakaði av í seinna hálvleiki - sum var væntandi, havandi í huga at spaniólar skulu hitta sviar mánadagin -, so ber til at siga, at seinni hálvleikur var ein uppreisn fyri føroysku leikararnar - tó uttan at hetta avrikið sum heild skal metast sum nakað framstig fyri føroyskan fótbólt.

Lars Olsen siglir framvegis í vandasjógvi, og hansara liðuppstilling er eins lítið progressiv og nýhugsandi og tónleikavalið hjá Dj-aranum, sum velur tónleikin undan dystarbyrjan í sambandi við landsdystir á Tórsvølli. Eisini er tað undrunarvert, at Lars Olsen altíð skiftir somikið seint út, sum hann ger.

Føroyskir leikarar, sum stóðu seg væl í dag, vóru millum aðrir Teitur Gestsson (teir síðstu 60 minuttirnar), Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Klæmint Olsen, ið sum kunnugt skjeyt einsamalla málið hjá Føroyum.

Viljormur Davidsen hevði tað trupult á vinstra bakki (tvey tey fyrstu málini komu í hansara síðu), og Hallur Hansson skuldi aldrin verið komin at staðið einsamallur við Sergio Ramos (í sambandi við 1-0 málið).

Føroyar hava nú mist mál eftir innlegg í trimum dystum á rað - ímóti Malta, Rumenia og Spania.

Samanumtikið hevur verið galdandi hjá Føroyum í hesari undankappingini, at álopsspælið hevur verið á einari heilt góðari leið - rós til Lars Olsen fyri hetta -, meðan verjuspælið hevur verið væl verri, enn tað hevur verið áður.

Føroyar-Spania 1-4 (1-3)
0-1: Sergio Ramos, 5
0-2: Jesus Navas, 18
1-2: Klæmint Olsen, 29
1-3: Sjálvmál (Teitur Gestsson), 33
1-4: José Gaya, 71

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo