Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Enn ein góð kunngerðarbroyting er nú framd, sum er til bata fyri okkara lesandi, sum vilja fara til lond, har hvørki norðurlendskt mál, ei heldur enskt eru høvuðsmál, men sum vilja royna at lesa í londum, har tey umframt faklesturin hava tørv á at læra seg nýggj tungumál. Tílík taka ikki bert vitan úr hesum ofta fjarskotnu londum við heim, men eisini koma tey aftur við serligum málførleikum, sum eru sera gagnligir fyri okkara samfelag.

Nú er kunngerðin um málsligt fyrireikingarskeið víðkað, so til ber at taka slíkt málsligt skeið beint eftir lokna útbúgving í fremmanda landinum, miðskeiðis í lestrinum, ella samstundis sum lisið verður. Tað gevur tí føroyska lesandi fleiri valmøguleikar, tá hon ella hann skulu velja útbúgvingarland og taka avgerðir um at taka enskmæltar útbúgvingar fyri altjóða lesandi í londum við fremmandum tungumáli, ella um tey skulu fara eftir at lesa á útbúgvingunum saman við lokala fólkinum og harvið fara djúpari inn í mentan, vitan og mál í viðkomandi landi.

Fyrr hevur bert verið møguligt at fáa lán, sum eftir serligum treytum kann gerast studningur, til málsligt fyrireikingarskeið áðrenn farið varð undir hægri lestur í landi við fremmandum máli. Tað kann vera ein ov stórur biti fyri ein, sum fyrstu ferð fer í fjarskotin lond ella fremmandar mentanir at lesa, at taka endaligu avgerðina um at lesa heilar útbúgvingar har. Nú er møguleiki at taka avgerðina um at læra seg lokala málið, eftir at útbúgvingarleið er byrjað, eins og beint eftir at hon er lokin.

Hervið fær tann lesandi møguleika til ymiskar tilgongdir í mun til at læra eitt rættiliga fremmant mál og at lesa sína útbúgving ella part av henni á hesum máli.

Men føroyska samfelagið fær eisini størri vinning av, at fleiri verða motiverað og fáa møguleikar at fáa sær hendan málsliga førning. Tílíkur førleiki er til gagns bæði í starvsmøguleikunum hjá tí einstaka, men sanniliga eisini fyri Føroyar í mun til mentan, mál, útbúgving, vinnu, diplomati og politikk.

Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo