Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Árið í fjør endaði við einum minus uppá 600 tkr hjá bryggjarínum Okkara á Velbastað. Tað er ein munandi bati síðani 2017, tá hallið var 2,3 mió kr. Tað hevur verið ein tungur róður hjá bryggjarínum, og taka vit allar roknskapirnar frá 2010 undir einum er talan um eitt samlað hall uppá smáar 20 mió kr.

Og árið í fjør hevði sæð verri út, um ikki Okkara fekk eftirgivið eina stóra skuld uppá 3,8 mió kr. Men tað pyntar eisini tølini, at tað gongur alsamt betri at selja vørurnar, og bruttovinningurin í fjør var hóast alt størri enn nakrantíð, ella 2,2 mió kr í mun til 1,6 mió kr í 2017.

Eginognin er framvegis negativ - nú er hon minus 2,8 mió kr, og tað útloysir eina viðmerking frá grannskoðaranum um óvissuna um framhaldandi rakstur.

Men tolnu eigararnir hava álit á leiðsluni og ætla at halda fram hóast stóru avbjóðingarnar.

- Hetta árið fer helst eisini at vísa hall, men so skuldi farið at borið til, og raksturin fer at hvíla í sær sjálvum, stendur í frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo