Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Ein partur av manningini á flakatrolaranum Ennibergi hevur givið til kennar í dulnevndum lesarabrævi, at teir eru ónøgdir við at vakmyndatól eru sett upp á verksmiðjuni. Tólini vórðu sett upp beint eftir ársskiftið, men annars hava onnur líknandi tól verið umborð síðani skipið varð bygt, hevur reiðaríið víst á.

Hvussu nógvir av manningini eru misnøgdir fæst ikki greiða á. Men tað er greitt, at loyvi krevst frá Dátueftirlitinum til at seta upp vakmyndatól, og hesi loyvini hevur Enniberg ikki útvegað sær. Føroya Fiskimannafelag er eisini komið uppí leikin, og fyribils endin er so, at reiðaríið hevur váttað fyri Fiskimannafelagnum, at ongin verður filmaður á fabrikkini henda túrin.

Mortan Johannesen, sum umboðar reiðaríið, segði við VP í vikuskiftinum, at vakmyndatólini vórðu sett upp, tí skiparin eigur at kunnu síggja tað sum hendir umborð. Hann segði eisini, at framleiðslan á verksmiðjuni umborð var munandi batnað síðani vakmyndatólini vóru sett upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo