Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Heima hjá okkum hava vit altíð hildið bløðini.

Men nú havi eg skjótt fingið nokk.

Onkran dag í vikuni kemur blaðið ókeypis til øll húsarhald, rokni eg bara við, tí her hjá okkum fáa vit hvørja ferð tvey bløð tann dagin.

Og tað er oyðsl haldi eg, tí annað blaðið fer sjálvandi beint í skellispannina.

Tað blívur ikki betri av, at nógv onnur lýsingarbløð fylgja við í hesum plastiklummanum sum alt er pakka inní. Serliga hesa árstíðina er nógv.

Oyðsl og respektleyst fyri okkara vakra umhvørvi og nattúru, kalli eg tað!

Hetta mugu tit sum skipa fyri gera okkurt við og broyta!

Náttúruelskari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo