Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Fólk, sum sóu ta sonevndu "sendingina", har LW skuldi "semja" tveir politiskar andstøðingar, ógvast og fregnast eftir, um vit nú aftur eru á veg til tað beinleiðis tjóðveldisvarpið, sum vit høvdu undir Sjálvsstýrislandsstýrinum á sinni.

Flestøll minnast enn, hvussu summir journalistar stutt eftir aldarskiftið heilt opinlýst kíndu og klappaðu  Høgna Hoydal eymliga við mikrofonini, meðan teir brúktu somu mikrofon sum ein peiggjandi revolvara móti sambands- og javnaðarfólki ella øðrum ikki sekteriskum loysingarfólki.

Tað var herskin kostur hjá nógvum hyggjarum og lurtarum at svølgja, tí man betalti jú alment gjald fyri tað ótespiliga "undirhaldið".

Henda nýliga sendingin var eftir heilt analogum leisti og tóktist beinleiðis sum ein inkvisitorisk rættargongd móti Bárða Nielsen og ein týðulig halleluja-sending fyri fiskivinnu-ministaran, sum bleiv varisliga forkelaður av frúnni Weihe.

Kroppsmál sigur nógv í TV, og tað er ógvuliga sjónskt, at ministarin fegnast um spurningar og brettir sær á, meðan Bárður er týðuliga illa við av tí løgnu mannagongdini í sendingini.

Við líka so stórari politiskari slagsíðu og akkurát eftir somu metodikk var Bárður viðfarin í sínari tíð av tí sonevndu journalistakvinnuni av Sandi, sum plagdi at harta øll tey, sum ikki vóru frelst ella trúgvandi loysingarfólk við trúttandi og hóttandi mikrofon.

Henda legendariskt manipulerandi ørindagentan hjá Høgna Hoydali hevur nú í frúnni Weihe fingið ein fúsan og tenditiøsan lærling í hjálparleyst óprofessionellum journalistikki.

Hava vit slett ikki eitt føroyskt kringvarps-ráð, sum kann steðga hesum opinlýsa journalistiska vitloysi?

Hvis ikki, mugu øll tey, sum ikki eru loysingarfólk verða frítikin fyri at gjalda licens til hetta fordummandi republikanska og talentleysa Kringvarpið!

Antin er Liljan Weihe viljaleys ørindagenta hjá fiskaministaranum ella eisini eru hon eiðasør fyri banalt journalistiskt hegni. 

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo