Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Mítt tastatur

Tað er ein øgilig trongd, ið Sjúrður Skaale hevur, at hanga Búa Tyril út, tí hann hevur avgreitt ein prentlut.

Alt gott um tað, men hetta fer ov langt og tykist nú eitt sindur sjúkligt og minnir um krossfararar og martyrar.

Gjøgnum tíðirnar eru tað fleiri politikarar, ið hava ført seg fram sum martyrar fyri eina trúgv ella eitt ávíst slag av rættvísi. Tað hevur eydnast væl hjá summum, eru teir nevndir, eru teir kendir.

Viðvíkjandi Sjúrði sær tað í dag út, sum um hann hevur valt henda sama leiklutin sum martyrur á krossferð fyri Javnaðarflokkin.

Men eftir KVF at meta í morgun, kann ógvusliga útspælið frá honum eisini vera reklama fyri einum kursusi í Havn, sum hann og systurin skulu hava um retorikk.

Eftir bestseljaranum "2000" at døma, kunnu vit heldur ikki avvísa, at ætlanin hjá Sjúrði er at geva alt út í bók, tá jólasølan aftur ger seg galdandi.

Møguligur tittul: Frá heimastýri til fullveldi - og aftur til heimastýri.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo