Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Hanus Hansen, reiðari: Ein skjót samanteljing vísir, at vit hava keypt hesi skip og loyvir fyri í hvussu so er 400 mio. kr. So at siga at vit fáa rættindir útlutað til gávis, er eftir míni meting at reingja veruleikan.

Vit meta, at vit bara hava gjørt tað í verki, sum politikarar tá samtyktu og ynsktu, at vinnan skuldi gera, men at vit nú missa stóran part av hesum rættindum, sum vit hava keypt og goldið.

Tað kann tykjast sum lagnurnar speisemi, at ein partur av hesum rættindum, sum verða tikin frá okkum, verða útlutað aftur til teir, sum vit keyptu rættindini frá.

Sigast má at okkurt hevur verið rætt við tí skipan, sum hevur verið síðani 1998, tá fiskivinnan er farin frá at hava landskassaveðhald uppá uml. 2 milliardir og studningi uppá uml. 500 milliónir um árið til at virka uttan veðhald og studning og hava avlop umframt at tað nú verða inngoldnar um 300 mio. í landskassan sum kvotu- og tilfeingisgjald.

Les alt skrivið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo