Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Luthers katekismus eftir C.F. Balslev biskupi, er Luthers barnakatekismus frá 1525 við skriftstøðum og viðmerkingum.

Tá ið eg var barn, nevndu vit katekismus Lærubókina. 12 ára gamal las eg í lærubókini, at í Bíbliuni stóð: "Tú mást ikki dríva hor". Tað lærdi eg uttanat.

Luther lurtaði ikki eftir pávanum, so hann hevði lov at hugsa.

Og Luther hugsaði: "Tú mást ikki dríva hor" tað er: "Vit eiga at óttast og elska Guð, so at vit liva siðiliga og sámiliga í orði og í verki, og at ein og hvør elskar og ærir ektafelaga sín".

Tað lærdu vit eisini uttanat.

Síðani blandaði Balslev biskupur seg upp í tað, sum Luther helt. Hann valdi skriftstøð, sum eftir hansara tykki passaðu til 6. boð.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo