At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Henda spurning setti eg mær, eftir hvat eg var vitni til sum ferðandi 17.07.2017.

Stutt áðrenn lagt var til bryggju í Tórshavn, kom boð yvir hátalara, at bildekkið var opið fyri ferðandi.

Øll sum høvdu bil, skundaðu sær niður á bildekkið til tess at vera klár at koyra í land.

Hjá teimum flestu var møguligt at koma inn í bilin ígjøgnum bilhurð, meðan onnur grulvaðu inn ígjøgnum vindeyguni og so vóru tað tey sum als ikki sluppu til bilin.

Tá tað nú gekk ein heilur tími, áðrenn koyrast kundi í land, hevði eg góða tíð at eygleiða, hvat hendi á bildekkinum.

Tað sum fyrst rann mær til hugs var, um tað skuldi hent, at eldur kom í ein bil, hvussu hevði standurin verið, bilarnir stóðu so tætt saman, so torført hevði verið hjá ferðandi at sloppið burtur av bildekkinum.

Stutt frá mínum bili, stóð ein gamal jeepur, sum hevði fleiri plastdunkar á takinum, hvat var í dunkunum veit eg ikki, men ímyndi tykkum um tað var bensin ella dieselolja.

Norrøna hevur eina ISM kotu, ( International Safety Management), henda kota sigur alt um trygdina umborð, hvussu farast skal fram, um til dømis eldur kom í ein bil osv.

Norrøna hevur eisini greiðar reglur fyri, hvussu langt skal vera ímillum bilarnar, hetta eru reglur sum Sjóvinnustýrið ásetur.

Eg kann nevna í paragraf 1-2 og 32 stk. 8  hjá danska søfartsstyrelsen um Bekendtgørelse om teknisk forskrift om transport af motorkøretøjer m.v med passagerskibe, stendur "at passager fra deres køretøj har sikker adgang til og fra apteringsområder", eisini stendur at "passager har direkte adgang fra og til til deres siddeplads i motorkøretøjet, og denne adgang kan ske sikkert".

Eg meini at SOLAS og IMO siga, at 600mm skal vera ímillum hvønn bil, tá tosað verður um bilferjur.

Eg havi ofta ferðast  við Norrønu, og vóni at gera fleiri túrar, men eg vóni eisini, at leiðslan ger nakað við hetta álvarsmál, sum eg havi fest á blað,, gangið ikki upp á kompromi við trygdina umborð, tað kann fáa fatalar avleiðingar

Ein spurningur til leiðsluna kundi verið, hví skal bildekkið opnast fyri ferðandi 1 tíma áðrenn klárt er at koyra í land?
 
Lindø 21.07.2017
Finnbogi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo