Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Eg gjørdist ikki sørt bilsin av útsøgnunum hjá Boga Bech Jensen, rektara á Glasi, nú týskt verður upptøkutreyt á hugbreytini og búskaparbreytini, og enskt ikki longur verður kravt á A stigi. Bogi Bech Jensen førir fram, at tað gevur ikki meining at hava týskt á búskaparbreytini, tí tú kanst klára teg øgiliga væl uttan at hava týskt. Somuleiðis sigur hann, at tað er heldur ikki neyðugt at hava týskt fyri at klára hugbreytina. Bogi Bech Jensen sigur einki um, hvat tað er at klára seg væl, ei heldur um krøvini til breytirnar eru nøktandi, ella hvat talar ímóti, at næmingar læra týskt. Verandi grundgevingarnar geva mær einki innlit og eru tí lítið sannførandi.

Tað er eyðsæð ein stórur fyrimunur, at næmingar á búskaparbreytini, sum ætla sær at arbeiða í vinnulívinum, duga mál. Handil gongur tvørtur um landamørk, samstundis sum tørvurin at duga fremmandamál í Føroyum er alsamt vaksandi. Hugbreytin hevur ikki varðveitt sama fakliga støði í málum, sum málsliga deild hevði áðrenn 2013. Eg standi tí spyrjandi, hví tað verður hildið neyðugt at halda fast í tí, sum nú er. Eg kundi eisini vent tí við og spurt, hvat næmingarnir missa, um teirra málsligu førleikar aftur verða styrktir? Um náttúrubreytin setir alis- og evnafrøði sum upptøkutreyt, hví skal hugbreytin so eingi krøv seta? Er tað ikki at gera mismun?

Í eftirmetingini av breytaskipanini dagfest 10. september 2018 gongur greitt fram, hvørjar ábøtur mugu gerast, og hvørjar loysnir enn mugu finnast. M.a. var endalig loysn ikki funnin fyri fremmandamálunum, sum tá framvegis var ein óloystur knútur. Eftirmetingin kann lesast her.

Fyri mær er týðiligt, at Hanna Jensen hevur tikið eftirmetingina til eftirtektar og hevur handlað, tá ið hon tekur stig til at fáa teir knútar greiddar, sum í eftirmetingini enn ikki vóru loystir. Úrslitið av tí arbeiðinum kann lesast her.

Kunngerðin um broyttu upptøkukrøvini kann lesast her.

Tað gongur fram í fyrsta skjalinum omanfyri, at Bogi Bech Jensen var við í arbeiðsbólkinum, sum eftirmetti breytaskipanina. Hann er tí væl inni í teimum sjónarmiðum, ið hava verið førd fram og hví. Sjálv havi eg ikki hoyrt Honnu Jensen siga nakað í tíðindunum, sum ikki var í tráð við hesi skjøl.

Hinvegin spyr Bogi Bech Jensen, hvør kanning stuðlar upp undir grundgevingarnar, sum Hanna Jensen stiðjar seg til. Skal eg sjálv siga tað, heldur hon seg til skjølini omanfyri, har henda semjan, hann eftirlýsir, greitt skínur ígjøgnum. Sjálv havi eg síðan 2013 fylgt við gongdini í málfakunum á miðnámi og havi m.a. javnan tosað við fremmandamálslærarar um alt landið øll hesi árini. Eg veit, at breið semja er millum allar teir, eg havi tosað við. Sama breiða semjan skínur eisini ígjøgnum tilmælið omanfyri, sum fólkaskúlalærarar og fremmandamálslærarar á miðnámi umboðandi øll fremmandamálini í boði hava skrivað í felag.

Eg fari her ikki nærri inn á, hví vit eiga at læra mál, og hví týskt eigur at vera lærugrein í fólkaskúlanum og á miðnámi. Alt tað er so mikið væl greitt frá í skjalinum omanfyri, at tað er ikki neyðugt at endurtaka. Eg vil tó undirstrika, at týskt sum upptøkutreyt merkir IKKI, at tú skalt hava týskt á miðnámi. Tú kanst velja millum øll fremmandamálini. Týskt sum upptøkutreyt skal sostatt skiljast sum ein málfaklig fortreyt fyri øll fremmandamálini. Fremmandamálslærarar eru samdir um, at forkunnleiki í týskum kann lyfta støðið aftur í fremmandamálum sum heild – og í føroyskum. (Meir um tað í tilmælinum omanfyri).

Tað er at fegnast um, at upptøkukrav nú eisini verður sett hugbreytini og búskaparbreytini og ikki bara náttúrubreytini, tøknibreytini og tilfeingisbreytini. Hetta fer eisini at hava við sær eitt javnari býti av øllum næmingum á øllum breytunum. Og sjálvandi fer tað eisini at hækka fakliga støðið á hesum báðum breytunum sum heild. Tað ruggar jú ikki rætt, at so nógvir næmingar velja náttúrubreytina burturav og ikki hinar. Helst fara vit við einum javnari býti á øllum breytunum at síggja, at enn fleiri at teimum, sum í framtíðini fara at selja fisk og vónandi mangt annað við, fara at hava gingið á búskaparbreytini. (Meir um eitt javnari býti í tilmælinum omanfyri).

Bogi Bech Jensen vísir á, at bert 15 milliónir fólk í øllum heiminum læra týskt sum fremmandamál, og at tað verður ein forðing hjá útlendskum næmingum at sleppa inn á miðnám. Vit skulu ikki gloyma, at vit eru fyrst partur av Evropa og síðan av heiminum. Í ES er týskt mest talaða móðurmálið, og í øllum Evropa er týskt mest útbreidda móðurmálið eftir russiskt. Eisini er vert at hava í huga, at Týskland er búskaparliga fjórðsterkasta tjóðin í heiminum, sum ikki sigur lítið um týdningin at duga málið. Afturat tí hava vit mentanarliga og málsliga nógv til felags, sum eisini er við til at styrkja okkara samleika og málsligu fatan av okkara egna móðurmáli. Tað hevur enn størri týdning nú við alheimsgerðini.

Tey fólk, sum týskt verður ein forðing fyri, kunnu eisini í framtíðini taka týskt m.a. í kvøldskúlanum líka so væl sum onnur mugu taka alis- og evnafrøði, áðrenn tey søkja um upptøku á øðrum breytum.

At enskt A stig ikki longur verður krav, er ikki at lækka støðið fyri at fáa okkurt annað fak inn ístaðin. Enskt B stig er nøktandi til alt vanligt brúk og sum upptøkukrav til víðari lestur. At støðumet hava nógv at siga í dag, vita øll. Tí er gott fyri næmingin at velja A stig í teimum lærugreinum, sum hann brennir fyri og kennir teg sterkan í. Samstundis er eitt val fram um eitt skal við til at tryggja eitt hægri fakligt støði á A stigi. Ikki at krevja enskt A stig gevur næmingunum harumframt fyrimunin av fleiri valmøguleikum umframt møguleikan at halda fram við enskum upp til A stig.

Samanumtikið sakni eg, at einki verður nevnt um tey virði, sum fyrr itu alment dannilsi ella búgving í dag. Fremmandamálini eru ein vegur til hesi virði, sum eru ein av grundarsteinunum undir gymnasialu skipanini – ella vóru. Vit eru farin av kós, um vit eina og aleina hava fokus á førleikamenning innan útvaldar lærugreinar, sum “loysa” seg. Jú, vit skulu duga at selja fisk, men skúlaskapur snýr seg um so øgiliga nógv meir enn tað. Tað snýr seg eisini um at vera menniskja og at fóta sær sum menniskja. Vit eru øll so øgiliga nógv meir og týdningarmiklari enn bara fiskasølufólk, læknar, sjómenn o.a. Varðveita vit ikki hesi virðini, gerast vit stuttskygd og óbúgvin, sum fer at koma okkum aftur um brekku í vantandi virðing, tolsemi og fatan sum heild.

Eg ivist stórliga, um tíðindini henda dagin góvu lurtarunum nóg greiða fatan av, hvat málið veruliga snýr seg um. Eitt so torgreitt evni sum breytaskipanin krevur gott innlit og sakliga viðgerð sum onnur mál eisini fyri at lurtarin skal fáa nakað munagott burturúr. T.d. kundi samrøðan verið við fleiri rektarar í senn ella hvør sær, sum kundi givið okkum grundarlag fyri einum sakligum kjaki - eisini millum manna. Tað er skjótt at skapa ónøgd, og hesi tíðindini borðreiddu bara við ónøgd. Tað er sera spell, tí við broytingunum er sanniliga eisini nógv at fegnast um, sum onga rúmd fekk.

Maria Heradóttir
miðnámsskúlalærari í enskum og týskum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo