Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Skúli

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur í dag boðað frá, at tikið verður undir við tilmælinum frá setanarnevndini um, at Erla Olsen, lektari, verður sett í starv sum dekanur á Námsvísindadeildini. Eftir ætlan byrjar hon í nýggja starvinum um mánaðarskiftið mars/apríl. 

Erla Olsen avloysir soleiðis fyrrverandi dekanin, Janus Jensen, sum fór frá fyri aldur í august í fjør. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, hevur røkt dekanstarvið ímeðan.

Erla Olsen er PhD í lívfrøði og lektari í lívfrøði og náttúrulæringarfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur verið útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina síðani síðsta summar. Erla hevur starvast á Námsvísindadeildini síðan 2011, har hon mest hevur undirvíst læraralesandi innan náttúruvísindaliga økið, men eisini undirvíst í skeiðum á pedagogútbúgvingini. Hon virkar eisini sum álitisfólk vegna vísindastarvsfólk á Setrinum.

Erla fekk lektaraheiti í mai í fjør, grundað bæði á hennara lívfrøðiligu førleikar og á førleikar innan undirvísing og læring, sum er hennara nýggja fakøkið tengt at starvinum á Námsvísindadeildini. Gransking hennara innan námsvísindi hevur m.a. snúð seg um hugburð og avrik hjá lærarum og skúlanæmingum til undirvísing og læring, serliga í mun til náttúruvísindalig evni.

Umframt størv síni á Setrinum hevur Erla arbeitt í nógv ár á øðrum granskingarstovnum sum granskari, so sum á Náttúrugripasavninum og á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hartil hevur hon verið forkvinna í Magistarafelagnum og virkar sum ritstjóri á Fróðskaparritum.

Erla Olsen lýsir sjálv sínar ætlanir við starvinum m.a soleiðis.: “Ein av høvuðsorsøkunum til, at eg bjóðaði meg fram til dekanstarvið, er ynski um at menna verandi útbúgvingarnar á Námsvísindadeildini og at virka fyri, at starvsfólk fáa møguleika at førleikamenna seg, soleiðis at deildin veruliga kann veita granskingargrundaða undirvísing. Eisini ynski eg at virka fyri, at næmingar á framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, sum frá líður, hava lærarar við útbúgving á masterstigi, og harvið minka um gloppið millum fólkaskúlan og miðnám. Henda tilgongd er neyðug, um føroyska samfelagið skal mennast samsvarandi teimum krøvum, sum londini kring okkum seta.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo