Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Tekstlýsingar

Brennir tú fyri at fremja námsfrøði í verki, hevur tú lærara- ella tilsvarandi útbúgving umframt starvsroyndir sum lærari og møguliga leiðsluroyndir, er eitt leiðarastarv í Frískúlanum í Havn rætta valið fyri teg.

Frískúlin í Havn er ein lítil skúli til børn úr 1. til og við 6. flokk. Við sínum serstaka bygnaði skapar hann karmar fyri fjøltáttaðum virksemi, sum samantvinnar fleiri tilboð í einum samanhangandi heildagsskúla fyri øll. Aðalmálið er at møta einstaka heila barninum, har tað er, og geva tí bestu fortreytir at læra og búnast í samljóði við egnan tørv og menning.

Skúlin leggur tí stóran dent á tíð til læring við áherðslu á tað kognitiva, sosiala/etiska, fysiska og musiskt/listarliga.

Starvsfólkini fevna um lærarar, námsfrøðingar, tónleikalærarar og listafólk, sum í tøttum samstarvi leggja skúlavirksemi til rættis. Skúlin er skipaður í tríggjar bólkar við tveimum lærarum. Frískúlin í Havn varð stovnaður í 2007. Hann byggir á drúgvar royndir í verki og mennir seg støðugt sum ein tíðarhóskandi skúli í síni samtíð.  

Serstakt fyri Frískúlan í Havn er tilgongdin til alt virksemi, sum eisini gongur tvørtur um floks- og fakmørk við denti á tvørgreinaligum arbeiði. Hvør dagur fylgir sama leisti við hóskandi skifti millum ymiskar tættir í skúladegnum, sum eisini laga seg eftir natúrliga tørvinum hjá barninum. T.d. eru útispæl ein tíma hvønn morgun og felags matarsteðgir í ein hálvan tíma við búgvið borð liðir í skipaðu menningini av heila barninum.

Hvør dagur hevur harumframt serstakar fyriskipanir fyri einstaka barnið sum tónleikaundirvísing og í smærri bólkum matgerð eftir tørni. Endamálið er, at barnið skal læra at síggja meining í størri heildini bæði í síni egnu læring og í felagsskapinum, sum tað skal kenna seg partur av og føla ábyrgd fyri. 

Tínir eginleikar

• Tú dugir væl at skapa relatiónir og fáa tað besta fram í starvsfólkunum, og saman við lærarunum menna eina góða frálæru, soleiðis at børnini fáa brúkt allar sínar eginleikar á besta hátt.

• Tú ert greið/ur í tínum samskifti og ert og strukturerað/ur og viðurkennandi í tíni tilgongd til uppgávurnar, soleiðis at tú skapar eitt trygt og stimbrandi umhvørvi fyri børn og starvsfólk.

• Tú leggur áherðslu á kunning og tætt foreldrasamstarv.

• Tú átekur tær undirvísing sum liður í einum fjøltáttaðum gerandisdegi

Vit bjóða tær

• Eitt seriøst arbeiðspláss fyri børn og vaksin

• Gott arbeiðsumhvørvi við trivnaði og serstakari mentan

• Høvi at mynda framtíðar Frískúlan í Havn

• Møguleika at byrja áðrenn summarfrítíðina

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir

Umsókn og viðkomandi skjøl (CV, viðmæli o.a.) skulu stílast til Skúlastýrið, Frískúlin í Havn, Undir Borgarhálsi 44, 176 Velbastaður ella sendast við telduposti til sharon.weiss@skulin.fo. 

Hevur tú spurningar, ber til at venda tær til Sharon Weiss, skúlaleiðara, tlf. 228653 ella Eyðbjørg Dalsgaard, varaleiðara, tlf. 510314.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2020. Starvið verður sett frá 1. august 2020, um annað ikki er avtalað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo