Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Ítróttur

Ítróttarsamband Føroya: Hetta er fyrsta árið, at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum.  36 royndir eru tiknar av ítróttarfólkum í Føroyum í 2018 og er hetta í tráð við ætlaðavirksemi hjá Antidoping Føroyar. Allar royndirnar vóru negativar.

Ítróttafólkini, sum eru kannaði,  umboða  fótbólt, hondbólt, kappróður, inniróður, svimjing, judo, boksing og fimleik. Hetta árið hevur arbeiðið eisini verið soleiðis lagt til rættis, at royndirnar erutiknar á nógvum ymiskum plássum. Dopingroyndirnar eru tiknar í Klaksvík, Runavík, Norðragøtu, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og í  Vági.

Føroysku dopingeftirlitsfólkini halda, at ítróttafólk eru vorðin meira tilvitaði um antidoping.

Hetta fyrsta árið hevur gingið avbera væl. Dopingeftirlitsfólkini hava fingið sínar royndir oghava tey samstundis verið væl móttikin, verður sagt úr Antidoping Føroyum.  Sagt verðureisini, at ítróttafólkini nú eru vorðin meira tilvitaði um antidoping og tað er at fegnast um. 

Nakrar venjingarmiðstøðir gjørt avtalu

Dopingeftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidoping Danmark, tá tað fevnir um venjingarmiðstøðir. Vitjað var á ymiskumvenjingarmiðstøðum í Keypmannahavn og vóru dopingeftirlitsfólkini eisini kunnaði ummannagongdir og annað í samband við teirra leiklut sum dopingeftirlitsfólk.

Átta venjingarmiðstøðir í Føroyum hava gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar. Tær eru: Vælvera í Tórshavn, Vælvera í Saltangangará , Vælvera í Vági, Vælvera í Vestmanna, Tvørmegi í Tórshavn, Fullpower í Klaksvík, Fullpower í Runavík og Íðka í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo