Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Týsdagin framdi Europakommisjónin razzia í Niðurlondum og Skotlandi hjá børsskrásettu alifyritøkunum Mowi, Salmar, Lerøy Seafood og Grieg Seafood.

- Aksjumarknaðurin ávirkaðist beinanvegin negativt í dag og sendi aksjukursin niður hjá øllum fýra feløgunum. Klokkan 15 var hann fallin við 6,6 milliardum norskum krónum, og var størsta fallið hjá Salmar, yvir 4 prosent, meðan hann hjá hinum lá um 3 prosent.

- Hini børsskrásettu laksafeløgini sum ikki fingu kappingarmyndugleikan hjá ES á vitjan, Norway Royal Salmon og Bakkafrost, høvdu ikki nakað kursfall á børsinum, men heldur fór kursurin upp, skrivar DN.NO.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo