Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Í dag eru fleiri kjøtlíknandi tilboð til persónar sum hava valt vegetariskan ella veganskan mat.

Til dømis vegetarburgari ella vegansk pylsa.

Men landbúnaðarnevndin í ES hevur, við 27 móti 9 atkvøðum, samtykt, at burgari, pylsa og schnitzel bert skal brúkast um kjøt, skrivar The Guardian fyrr í ár.

Uppskotini til nýggju orðini sum skulu brúkast um tað sum vit í dag kenna sum vegetarburgari og vegetarpylsa, eru veggisplate og veggisrør, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo