Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Ítróttur

Europeiska olympiska nevndin (EOC) hevur vent tummilin niður og givið Føroyum krakk í royndunum at sleppa uppí part í Altjóða Olympisku Leikunum. Tað gjørdi nevndin á sínum fyrsta fundi í ár, skrivar miðilin Inside the games.

Føroyar hava í áravís strongt á nevndirnar um at fáa limaskap, so føroysk ítróttarfólk ikki skulu luttaka undir donskum flaggi, men higartil uttan at tað hevur eydnast. Í fjør setti serliga nevndin, sum hevur arbeitt við spurninginum at fáa Føroyum limaskap í IOC, altjóða olympisku nevndini, eina konsulentfyritøku at hjálpa sær við strembanini eftir limaskapinum.

Føroyar kunnu kortini luttaka í ávísum kappingum, har sum fortreytirnar eru til staðar.

Á fundinum í EOC, har formaðurin í IOC, Thomas Bach, eisini var við, segði hann millum annað, at vit liva í eini tíð við nógvari tjóðskaparligari fragmentering og tí er olympiska rørslan eitt akker í eini óstøðugari tíð.

Inside the games skrivar, at svarið hjá EOC til Føroyar kann síggjast sum ein roynd at teppa áhaldandi ynskini úr Føroyum um viðurkenning sum sjálvstøðugur limur í felagsskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo