Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Einki flogfelag í Europa hevði so miklan vøkstur í fjør sum lágprísfelagið Eurowings - heili 77 prosent.

Til samanmberingar kann nevnast at vøksturin hjá Norwegian var 13 prosent fyri sama tíðarskeið, skrivar Nettavisen.no.

Tað er flogrisin Lufthansa sum eigur felagið, ið verður rikið sum egið felag. Germanwings og Brussel Airlines eru eisini partur av felagnum.

Felagið ætlar sær at økja talið av flúgvingum við yvir 70.000 og talið av ferðafólkum við 8 milliónum, sambært felagnum sjálvum.

Eurowings flutti 1,5 milliónir ferðafólk í februar í ár. Norwegian flutti 2,3 milliónir. Men heldur hesin vøkstur áfram, so kann felagið skjótt fara framum Norwegian og Wizzair og gerast triðstørsta lágprísfelag í Europa, eftir Ryanair og Easyjet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo