Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tiltøk

Synergi:. Excel er eitt fantastiskt forrit, sum tú fert at fáa stóra gleði av, tá tú hevur lært tað. Til útrokningar, listar, sølutøl, ymiskar skabelónir, skema, ja til alt møguligt - eisini til ymiskt privatbrúk.

Í staðin fyri at gera alt av nýggjum hvørja ferð, kanst tú gera tær ymiskar skabelónir til tað, tú oftast hevur brúk fyri. So tastar tú bara nýggjastu broytingarnar inn, og vupti so er alt roknað út fyri teg.

Grundskeiðið er eisini til tín, sum brúkar og hevur kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini. So tú gjørt tingini uppá tann lætta og ikki minst rætta mátan. Helst eru eisini nógvar smartar funkur, sum eru komnar afturat, síðani tú av fyrstan tíð lærdi teg Excel. Funkur, sum gera alt nógv lættari hjá tær.

Bert 10 sleppa við á skeiðið og nøkur pláss eru longu farin.

Tilmelding HER  ella á www.synergi. Tú kanst eisini ringja 322355

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo