Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Fimta útbjóðingarumfarið átti kanska at verið tað seinasta hjá føroyingum. Tað heldur Jeremy Cresswell, journalistur, sum leingi hevur skrivað fyri miðlar sum Press&Journal og Energy Voice.

Í eini grein í Energy Voice, har hann skrivar, hvat hann heldur átti at verið næsti leikur hjá føroyingum, leggur hann ikki fingrarnar ímillum. Tí føroyska tilgongdin at finna olju á landgrunninum, sum hevur vart í fleiri áratíggju, hevur ikki júst verið merkt av hepni og framgongd.

Jeremy Cresswell vísir á, at føroyingar longu eru komnir sera langt á tí leiðini, sum øll tykjast vilja inn á, nevniliga tann grøna leiðin.

- Um tað lukkast føroyingum at fáa onkran at bíta á tá fimta útbjóðingarumfar endar í november, so ganga framvegis nógv ár til olja møguliga verður funnin. Og tá tann tíðin kemur hava veðurlagsbroytingarnar gjørt trýstið á oljuframleiðsluna enn størri, sigur hann millum annað.

- Kanska øll ikki trúgva uppá varandi orku. Men kunnu 50.000 føroyingar gera seg sjálvar og landið sjálvforsýnandi við varandi orku, við at útbyggja verandi orkukeldur og granska meira í vetni, so kann myndin vera fullkomuliga broytt, skrivar enski viðmerkjarin millum annað.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo