At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Týskvøldið 26. februar hevði Eysturoyar Vinnulívsfelag aðalfund.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Selinda í Heiðunum, forkvinna
Bergur Poulsen, næstformaður
Eli Lassen, nevndarlimur
Eyðun Hansen, nevndarlimur
Regin Jacobsen, nevndarlimur
Jens Pauli Petersen, eykalimur
Helgi Johannesen, eykalimur

Eysturoyar Vinnulívsfelag er eitt áhugafelag hvørs endamál er at geva vinnulívsfólki í Eysturoynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum. Málið er at deila vitan, vinnuroyndir og at skapa menning og nýhugsan gjøgnum tey átøk, sum felagið samskipar.

Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir. Umframt aðalfundin, verður skipað fyri sonevndum “vinnutingum” nakrar fríggjadagar um árið. Vinnutingini eru eitt forum, har vinnulívsfólk hittast til prát og fyrilestrar um eitthvørt viðkomandi evni – frágreiðingar frá síðstu vinnutingunum kunnu lesast á www.evf.fo.

Hvørt ár verður eisini skipað fyri einum EVF fundi, einum sokallaðum vinnufundi, sum hevur verið høvuðstiltakið hjá felagnum, síðan tað var stovnað í 2002. Vinnufundurin verður skipaður sum ein ráðstevna við nøkrum áhugaverdum fyrilestrarhaldarum og ofta er kjak á skránni eisini.

Vanliga eru tað bert limir sum kunna luttaka til tiltøkini hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag, men 4. apríl skipar felagið fyri almennum tiltakið um kappingarføri í Løkshøll, meiri kunning um tiltakið kemur út í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo