Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

- Ótrúliga grunt kjak í sjónvarpinum, har man bara mátar samfelagið eftir, hvussu nógv fólk arbeiða. Td var nevnt, at tað er ein stórur "trupulleiki", at fleiri kvinnur í Føroyum ikki arbeiða fulla tíð, og at nógv "potentiali" fer til "spillis", tí fleiri kvinnur ikki arbeiða fulla tíð, og hetta má rættast við politiskum átøkum osv.

Soleiðis skrivar ein persónur á sínum Facebook-vanga eftir kjakið í Kringvarpinum, og hevur viðmerkingin hjá viðkomandi fingið yvir 20 deilingar.

- Man roynir næstan at siga, at lívsgóðska er bara at finna í arbeiði og materialismu. Og øll vóru samd - bæði gestirnir og verturin.

- Ongin tosaði um, at lívsgóðska finst eisini í heimalívinum, og at nógvar kvinnur velja sjálvar at brúka sítt fantastiska potentiali til børnini og familjulívið - nakað, sum ikki kann mátast í pengum.

- Eisini vóru tey so kedd um, at menn tjena meira enn kvinnur. Munnu ikki tær flestu stóru hýrurnar verða í fiski- og frálandavinnuni?

- Ætla tey, at menninir skulu leggjast upp á land og kvinnurnar skulu til skips?

- Ongin nevndi, at hasir menninir, sum tjena væl, helst eru giftir við kvinnum, sum kunnu arbeiða niðursetta tíð. Familjan er jú ein heild og ikki individualistar.

- Og ongin rósti føroyskum kvinnum fyri at vera tær raskastu í Evropa til at eiga børn og harvið gera, at Føroyar sum kanska tað einasta landið í vesturevropa í roynd og veru er burðardygt, skrivar viðmerkjarin.

Sí viðmerkingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo