Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Høgni Hoydal, fiskiráðharri, fær ikki váttað, um reiðarí, sum hava fingið fiskiloyvi sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi, hava rindað skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Helgi Abrahamsen, tingmaður, spurdi Høgna Hoydal, fiskiráðharra:

• Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi til nakran, sum ikki rindaði skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg?

• Metir landsstýrismaðurin, at tað er í samsvari við lógina um sjófeingi, um skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, ikki eru løntir í samsvari við sáttmálar við føroysk manningarfeløg?

• Um onkur hevur fingið fiskiloyvi sambært løgtingslógini um fyristing av sjófeingi, og ikki hevur rindað skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, sum hava fingið hesi loyvi?

• Um onkur hevur fingið fiskiloyvi sambært løgtingslógini um fyristing av sjófeingi, og ikki hevur rindað skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, sum hava útskrivað hesi loyvini? 

Sí svar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo