Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Løgtingslóg og kunngerð um veiðigjald til hoyringar

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til týsdagin 19. februar 2019 kl. 13.00..

Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald

Uppskot til kunngerð um veiðigjald

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Ummæli av løgtingslóg og kunngerð um veiðigjald­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið uppskot til løgtingslóg um veiðigjald til ummælis.

Við so stuttari hoyringsfreist er hopleyst at gera nakrar nágreiniligar viðmerkingar til eitt uppskot, sum hevur stórar ávirkan á eina av okkara høvuðsvinnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera ein demokratiskan trupulleika, at týðandi lógaruppskot ikki kunnu fáa eina nøktandi viðgerð.

Føroya Landsstýri hevur júst almannakunngjørt eina drúgva vegleiðing um, hvussu lógaruppskot skulu setast upp. Týdningarmiklari er tó, at landsstýrið harumframt strammar upp á mannagongdirnar í sambandi við viðgerð av lógaruppskotum, so tað kann tryggjast, at tey fáa eina nøktandi viðgerð. At fáa nøktandi tíð til at umrøða og gera viðmerkingar til uppskot er týðandi partur av hesari viðgerð, og tíverri er tað ikki fyrstu ferð, at stundir ikki eru til at geva einum týðandi lógaruppskoti nøktandi viðgerð.

Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti á í sínum hoyringssvari til uppskotið til sjófeingislóg, heldur felagið tað vera týðandi, at rættindini hjá loyvishavarum eru trygg, heldur enn at tey verða útlutaði við uppboðssølu. At loyvishavarar á tryggum grundarlagi so skulu gjalda eitt hóskandi avgjald ella skatt fyri forrættin til veiðirættindini, munnu tey flestu halda vera rímuligt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti í sínum hoyringssvari eisini á, at avgjaldið ella skatturin má vera búskaparliga burðardyggur. Við hesum meinast serliga, at føroysk fiskivinna hevur kappingarførar karmar í mun til okkara kappingarneytar, herundir kappingarførar skatta- og avgjaldskarmar. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar tí í viðmerkingunum til lógina eina samanbering av, hvat loyvishavarar í øðrum fiskivinnutjóðum skulu gjalda fyri fiskirættindini fyri einstøku fiskasløgini, í mun til tað, sum føroyskir loyvishavarar eftir uppskotinum skulu rinda.

Við uppskotinum hjá landsstýrinum verður eitt proformaúrslit útroknað fyri ávísar partar av flotanum, og hetta úrslitið er so grundarlagið fyri at áseta eitt veiðigjald sum eitt krónugjald pr. kg fyri rættindi, sum skip í hesum ávísa parti av flotanum fáa tillutað. Hetta gjald skal tó regulerast í mun til uppboðssølugjaldið. So um uppboðssølugjaldið er hægri enn útroknaða veiðigjaldið, verður veiðigjaldið hækkað lutfalsliga.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið er í dømum roknað við, at 15% av fiskirættindunum verða útlutaði umvegis uppboðssølu, meðan 85% verða útlutaði sum søguliga rættindini við veiðigjaldi. FAG skal tó vísa á, at longu í ár verður tað í summum fiskasløgum ein munandi hægri partur enn 15%, sum verður útlutaður við uppboðssølu, og her hevur úrslitið av uppboðssøluni tí samsvarandi størri vekt. Um tann, sum vinnur uppboðssøluna, hevur verið í so bjartskygdur tá bjóðað varð, avspeglar uppboðssølugjaldið ikki veruliga virðið av veiðirættindunum, og tá verður ikki bara uppboðssølugjaldið ov høgt, men eisini tillagaða veiðigjaldið.

At enda skal Føroya Arbeiðsgevarafelag gera vart við, at uppskotið sannlíkt verður tungt at umsita, bæði hjá loyvishavarum í fiskivinnuni og hjá teimum almennu myndugleikum, sum skulu hava eftirlit. Vit plaga at siga, at vit í Føroyum hava eina einfalda skattaskipan. Spurningurin er, um vit ikki skulu halda fast í hesum og royna at finna eina einfaldari skipan fyri veiðigjald.

Samanumtikið er Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki sannført um, at avgjaldsskipanin í lógaruppskotinum er tann rætta.

Felagið mælir tí frá, at lógaruppskotið verður lagt fram, til betri stundur hava verið til at viðgera ivamálini og gjøgnumarbeiða uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo