Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fakfelagssamstarvið vil hervið senda eina áheitan til Fíggjarmálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið um at áleggja Umhvørvisstovuni at halda sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið við at lata ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á stovninum ganga á nýggjum.

Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið ásetur heilt greitt at:

§ 2 Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd o.a. Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.

Stk. 2. Álitisfólkið skal hava skipanarreglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri viðkomandi stovn, eins og álitisfólkini skulu takast við í ráðleggingina, tá ið broytingar verða gjørdar sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Á øllum almennum stovnum verður sett ein samstarvsnevnd, har leiðsla, álitisfólk og varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at gera. Leiðslan søkir sær ráð hjá samstarvsnevndini, áðrenn avgerðir verða tiknar.

Harafturat er starvsfólkapolitikkur Landsins eisini heilt greiður á økinum og sigur millum annað:

Tá ið avgerð er tikin um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini ella í arbeiðsgongdunum, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta og endamálið við tí. Tó skal tíð vera til at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkunum kunnu verða tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest.

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið bjóðaðu tann 29. mai leiðslum og álitisfólkum á stovnum landsins til temadag um, at álitisfólkini og samstarvsnevndir skulu takast við, tá ið bygnaðarbroytingar verða framdar.

Sæð í ljósinum av hesum, so undrast Fakfelagssamtarvið stórliga, at hetta sáttmálabrotið verður framt 27. maj.

Serliga tá ið breið semja var á temadegnum um, at álitisfólk og samstarvsnevndir skulu takast við, tá bygnaðarbroytingar verða framdar.

Fakfelagssamstarvið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Akademikarafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo