Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

- Einki er at ivast í, at tað eru fakligar resursir á arbeiðsmarknaðinum í dag, sum ikki koma til sín rætt, helst mest tí, at vit sjálvi ikki hava flutt okkum, segði Bergun Kass, forkvinna í Trivnaðarnevndini, tá hon setti Diversity Week í gjár.

- Tórshavnar kommuna hevur farnu árini miðvíst arbeitt við integratión. Endamálið hevur verið at fingið málið á skrá í samfelagnum og geva tí tann álvara, tað hevur uppiborið.

- Arbeiðið hevur verið í tveimum – at skapa samband við útlendsku tilflytararnar og at ávirka og menna tey tilboð, sum almennu myndugleikararnir, land og kommuna, standa fyri ella sum í mongum førum mangla.

- Er nakað flutt, kann man spyrja.

- Býráðið samtykti at heita á landsstýrið um at orða eina integratiónslóg. Endamálið er, at tað almenna viðurkennir sína skyldur at tryggja góða integratión. Hetta snýr seg um alt frá at skipa nøktandi frálæru og útbúgving í føroyskum máli og føroyskum samfelagsviðurskiftum, til at tryggja gott foreldrasamstarv innan dagstovnaøkið, skúlaøkið og frítíðarítriv. Og til at skipa starvsvenjingarskipanir og góðkenning av fakligum førleikum soleiðis, at menniskjaliga tilfeingið kemur samfelagnum og tí einstaka best til gagns.

- So ein kann siga, at økið er sera breitt.

- Tað ljóðar, at frálæra í føroyskum til tilflytarar nú verður skipað samsvarandi tilmælum, sum Tórshavnar kommununa hevur latið, so at frálæran tekur støði í tilflytaranum sjálvum, og at til ber at taka fleiri útbúgvingarstig heilt til miðnám.

- Hetta er gott, men enn manglar nógv. Er okkara arbeiðsmarknaður ov stirvin, eru vit sjálvi ov trek til at taka avbjóðingina og investera tíð og orku uppá integratión av einstaklingum?

- Duga vit at síggja avbjóðingina bæði við atliti til einstaklingin, og við atliti til tilflytarar sum heild.

- Einki er at ivast í, at tað eru fakligar resursir á arbeiðsmarknaðinum í dag, sum ikki koma til sín rætt, helst mest tí, at vit sjálvi ikki hava flutt okkum.

- Sum kommuna ynskja vit at varpa ljós á økið, men vit gera einki einsamøll og vit leggja upp til, at vit sum fólk vara av, soleiðis at tey sum velja okkum til heimland, verða møtt við hjartaligheit og við virðing.

- Umframt kommununa, sum hevur havt átøk í gongd, bæði fyri einstaklingar og bólkar – til at samansjóva og kunna, so hevði Reyði Krossur seinasta vikuskifti familjulegu fyri tilflytarar, við sama endamáli, at fáa prát í lag millum tilflytarar um, hvussu tey hava tað í Føroyum, hvat tey halda um okkum sum fólk, um okkara hátt at vera uppá og so framvegis.

- Eisini vóru fyrilestrar við viðkomandi evnum, hugnaløtur og undirhald.

- Tøkk skal Reyði Krossur hava fyri tað.

- Fyri framman er ein vika, sum burturav er sett saman integratiónini at frama, og evnini spenna víða, frá, millum annað, útbúgving, arbeiðsmarknaði til matmentan og konsert.

- Vónandi verður hetta tiltakið við til at styrkja samhaldið og margfeldið og fer í enn størri mun at skapa tann diversitet, sum eigur at eyðkenna ein altjóðagjørdan bý, har tað er lætt hjá øllum at fáa fótafestið, og har øll kenna seg vælkomnan.

- Vil heita á øll okkara um at breiða út kunningina um hesi tiltøk, so bæði føroyingar, tað verið seg arbeiðsgevarar og avvarandi, eins og tilflytarar ella nýggir føroyingar, møta fjølment.

- Eg vil senda mína hjartans tøkk til integratiónssamskiparan Siri Tórgarð, sum hevur sett hesa áhugaverdu skránna saman til Diversity Week.

- Við hesum orðum vil eg lýsa Diversity Week at vera setta, segði Bergun Kass, forkvinna í Trivnaðarnevndini, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo