Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Í útvarpstíðindunum, á middegi 17. apríl, hoyrdu vit hesar útsagnir frá landsstýriskvinnuni, Eyðgun Samuelsen:

·   “Tá man lóggevur, má man lóggeva generelt nøkur rættindi”.
Hetta er akkurát tað, sum Eyðgun Samuelsen ikki ger – tvørturímóti lóggevur hon verri rættindi til leigarar hjá Bústøðum. Í nýggja uppskotinum eru treytirnar fyri uppsøgn og avhandan av íbúð verri fyri leigarar, sum leiga frá Bústøðum í mun til leigarar hjá øðrum vinnuligum útleigarum. Við hesum fær man ikki generel rættindi, men A og B leigarar.

·   Eyðgun Samuelsen sigur í seinna innslagnum, at leigarin “skal rinda minnið, vissi tað ikki verður leigað út av nýggjum” – hetta er beinleiðis skeivt. Leigarin skal bara gjalda minnið, um íbúðin verður leigað út av nýggjum. Hetta er ørkymlandi at hoyra og ber brá av, at landsstýriskvinnan blandar tingini saman.

·   Eyðgun Samuelsen sigur eisini víðari, at privatir vinnuligir útleigarar fáa ein skattafyrimun – hetta er beinleiðis skeivt, tí tað er bert galdandi fyri privatpersónar, sum leiga út. MARK, sum er í beinleiðis kapping við Bústaðir, fær ongar skattligar fyrimunir, men má gjalda vanligan partafelagsskatt og kapitalvinningsskatt.

·   Eyðgun Samuelsen samanber eisini Bústaðir við non-profit útleiguvirksemi í grannalondunum, men hetta er beinleiðis skeivt – okkum kunnugt hevur roknar Bústaðir við einum avkasti upp á 2,7%, tá tey áseta leiguprísin. MARK kann gott verða ein non-profit organisatión, við at økja lønar- og rakstrarútreiðslurnar eins og Bústaðir hevur gjørt.

MARK
Gordon Rajani, stjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo