Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Peningastovnarnir ávara um, at í løtuni fáa fleiri føroyingar falskar teldupostar, har avsendarin stendur at vera Nets.

Í teldupostinum verður tú biðin um at trýsta á eitt leinki, har persónligar upplýsingar skulu tøppast inn.

Umráðandi er, at tú ikki svarar teldupostunum, og tú ikki fylgir leinkjunum í teldupostunum. Haraftrat mást tú ikki lata upplýsingar um kontu, kort, p-tal o.s.fr.

Vert er at minnast til, at hvørki Nets ella bankar av sær sjálvum biðja um kort ella kontuupplýsingar í telduposti.

Hevur tú longu latið hesar upplýsingar, er best at sperra kortið beinanvegin, skrivar BETRI Banki.

Dømi sæst niðanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo